Player FM - Internet Radio Done Right
Checked 13d ago
추가했습니다 nine 년 전
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Player FM -팟 캐스트 앱
Player FM 앱으로 오프라인으로 전환하세요!
Player FM 앱으로 오프라인으로 전환하세요!
Dokumentarar
모두 재생(하지 않음)으로 표시
Manage series 1126113
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
…
continue reading
50 에피소드
모두 재생(하지 않음)으로 표시
Manage series 1126113
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
…
continue reading
50 에피소드
모든 에피소드
×Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja til frama fyri hitt hungursrakta Etiopia. Band Aid nevndist tiltakið. Árið eftir - í 1985 - varð hjálparverkætlanin víðkað til heimsvíðfevndu Live-Aid- stuðulskonsertirnar í Onglandi og USA, sum varpaðar vórðu um allan heim, og sum nærum helvtin av heimsins íbúgvum sóu og hoyrdu. Talan var um eitt av størstu hjálpartiltøkum av sínum slagi nakrantíð. Ørandi stórar peningaupphæddir vórðu savnaðar inn um allan heim, og tær fóru til vælgerandi endamál í teimum fátæku londunum í Afrika. Bob Geldof hevur nú í mong ár verið virkin í øðrum menningar- og hjálpartiltøkum í Afrika. Hann ferðast eisini dúgliga kring allan heimin sum fyrilestrarhaldari. Hann hevur nógv hjartamál; umhvørvi er eitt, moralur og etikkur á heimspolitiska pallinum er eitt annað. Hann kann vera hvassorðaður og braneggjaður, og smæðist ikki at skjóta við skørpum. Á ársins Vinnudegi í Føroyum herfyri var hann høvuðsgestarøðari. Kringvarpið nýtti høvið at gera eina longri samrøðu við Bob Geldof á Vinnudegnum.…
Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti. Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar.
- kapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Til ber at síggja alla handanina, við at trýsta HER
20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur. Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um hørðu venjingina. Unnuasti hennara, Andrias Blaasvær, sum spælir violin, er eisini ein av luttakarunum til kappingina. Umframt at vera hennara stuðul og venjingarpartarni, er hann eisini hennara kappingarneyti. Í sendingini fylgja vit unga parinum dagarnar uppundir kappingina.…
Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen. Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu tey hóast happingina komu fyri seg sum vaksin og lærdu at liva við teimum sárum, tey hava fingið í sálina, tí vekk fer tað aldri, sigur Rannvá Álaberg, ið er annað av happiofrunum. Rúni Djurhus, sum í dag er framgangsríkur handilsmaður, valdi at vera við í sendingini, tí at hann á henda hátt kanska kann hjálpa onkrum, sum verður happaður. Happingin hevur ávirkað lívið sera nógv, og enn er tað mangan tað, sum drívur hann framá, tí hann skal vísa øllum, at dugur er í honum. Í Føroyum er happing ein sera álvarsligur trupulleiki. Kanningar vísa, at triðjahvørt barn í fólkaskúlanum hevur verið úti fyri happing. Barnabati hevur eina telefonlinju, har børn kunnu ringja inn anonymt og tosa um trupulleikar sínar, tey sum arbeiða har meta, at helvtin av trupulleikunum stava frá happing. Fyri at steðga happing hevur Barnabati saman við danska felagsskapinum Red barnet gjørt undirvísingartilfar til barnagarðar, sum kallast "Betri vinir". Tí tað vísir seg at fyri at steðga happing, má setast inn longu í barnagarðinum, tí tá ber til at skapa eina mentan, har happing ikki verður góðtikin, men verður steðgað, áðrenn hon byrjar. Lagt til rættis: Eir í Ólavsstovu.…
- føroysk sending
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. Vit eru við til árligu venjingina hjá fjallabjargarunum.…
Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni. Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur meira og meira ræði á honum. Hvussu er tað at hava Parkinson? Hvat er hetta fyri ein sjúka, og hví fáa so nógvir føroyingar Parkinson? Tað eru nakrir av spurningunum, vit seta í sendingini. Lagt til rættis: Kári Sólstein.…
Vit eru á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, sum í ár varð hildin í døgunum 15. til 21. august, har vit serliga eru við til fiskikapping og vatnkríggj og á ymsu tiltøkunum leygardagin 20. august. Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir og Hans Petur Hansen.
Nógv gomul sita einsamøll og óhjálpin heima ella liggja á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á røktarheimum. Bíðilistarnir eru langir, og tey avvarðandi eru illa sperd. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs
플레이어 FM에 오신것을 환영합니다!
플레이어 FM은 웹에서 고품질 팟캐스트를 검색하여 지금 바로 즐길 수 있도록 합니다. 최고의 팟캐스트 앱이며 Android, iPhone 및 웹에서도 작동합니다. 장치 간 구독 동기화를 위해 가입하세요.