Player FM - Internet Radio Done Right
Checked 3M ago
추가했습니다 nine 년 전
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Player FM -팟 캐스트 앱
Player FM 앱으로 오프라인으로 전환하세요!
Player FM 앱으로 오프라인으로 전환하세요!
Stakar sendingar - sjónvarp
모두 재생(하지 않음)으로 표시
Manage series 1215436
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
…
continue reading
50 에피소드
모두 재생(하지 않음)으로 표시
Manage series 1215436
Kringvarp Føroya에서 제공하는 콘텐츠입니다. 에피소드, 그래픽, 팟캐스트 설명을 포함한 모든 팟캐스트 콘텐츠는 Kringvarp Føroya 또는 해당 팟캐스트 플랫폼 파트너가 직접 업로드하고 제공합니다. 누군가가 귀하의 허락 없이 귀하의 저작물을 사용하고 있다고 생각되는 경우 여기에 설명된 절차를 따르실 수 있습니다 https://ko.player.fm/legal.
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
…
continue reading
50 에피소드
모든 에피소드
×"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger. Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri. Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Stórbæra umhvørvið á Viðareiði gav Christian Matras íblástur til fleiri av hansara bestu yrkingum. Truplu viðurskiftini millum menniskju og náttúru komu rættuliga til sjóndar, og heimbygdin og Viðoyggin gjørdust til alheimin í hansara skaldskapi. Meinhard Bjartalíð tekur okkum við á eina ferð gjøgnum bygdina og vakra umhvørvið á Viðareiði, meðan hann greiðir okkum frá um tættir í skaldskapinum hjá Christian Matras. Klaksvíkar Sangkór syngur nakrar av kendastu yrkingunum hjá høvundanum, sum hevði fylt 100 ár tann 7 desember. Gjørt sendingina hava: Ragnar A. Jacobsen, Bjarnheðin í Hoyvík og Zacharias Hammer…
3D stutt teknifilm um Kópakonuna. Filmurin hevur enska talu og føroyskan tekst. Rói Davidsen hevur gjørt 3D teknifilmin.
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
Samrøða við Jákup undir Leitinum, um m.a. tey gomlu gróthúsini í bygdini, rekavið, gamlan byggihátt o.a. Samrøða við Súsanna í Skumputoft, m.a. um søgnina um Húsfrúnna í Húsavík. Eisini syngur Súsanna í Skumputoft ein Kingosálm: "Lover nu Herren".
Samson Gaardlykke úr Miðvági hevur verið hagamaður í 33 ár. Vit fylgja honum ein dag í seyðaklipping. Gjørt sendingina hevur Jens Jákup Hansen.
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju. Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum. Annika Hoydal, Leitisstein Annika Hoydal er tónlistadrotning føroyinga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Leysir endar Nú Annika Hoyda er vorðin 77 ára gomul, hevur hon lagt síðstu hond á enn eina nýggja útgávu, sum í hesum døgum verður útgivin. Útgavan kallast “Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Annika Hoydal, Leysir endar (Grafikkur: Kirstin Helgadóttir) Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt. Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í næstu sending um søgur handan filmskut úr føroyskum søgum, sigur Uni Leitisstein Hansen søguna um 82 ára gamla Dánjal Jákup Mortensen og 78 ára gamla Jákup Andreas Arge, ið eru undangongumenn innan filmslist í Føroyum.…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini "Operation Overloard" á D-degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Sendingin er frá mars í ár.…
Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit fáa innlit í eina verð, sum vit vanliga ikki geva okkum far um, tá vit koma og fara um flogvøllin. Lag til rættis: Jens Jákup Hansen.…
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Hesa ferð eru teir Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Gøtu og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Í sendingini "Túnatos" í kvøld vitja Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Vestmanna og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
플레이어 FM에 오신것을 환영합니다!
플레이어 FM은 웹에서 고품질 팟캐스트를 검색하여 지금 바로 즐길 수 있도록 합니다. 최고의 팟캐스트 앱이며 Android, iPhone 및 웹에서도 작동합니다. 장치 간 구독 동기화를 위해 가입하세요.